Nú er koyrandi aftur til Vestmanna

Í útvið fýra tímar hevur løgreglan verið til staðar á Vestmannavegnum

- Talan var um ein persón, sum var illa fyri, og løgreglan valdi hesa loysnina, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

Fyri at binda um heilan fingur var vegurin stongdur, til støðan var loyst. 

Alt endaði í øllum góðum, og nú er koyrandi aftur.