Vestmannavegurin hevur verið stongdur seinasta tíman ella so, og hann verður stongdur í eina góða løtu afturat
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini. Løgreglan hevur jagstrað ein, sum hevur koyrt undan løgregluni. Tað eydnaðist løgregluni at steðga bilinum á Vestmannavegnum, men bklførarin vil ikki úr bilinum.
- Vegurin er stongdur av trygdarávum, sigur vaktleiðarin, sum ikki vil siga, um bilførarin er vápnaður, ella hvør orsøkin er til, at tey ikki fáa bilføraran úr bilinum.