Nú ræður um at lofta løtuni

Tað ber væl til at staðfesta sjálvstøðuga landið Føroyar og skipa eitt gott og gevandi samstarv við Danmark samstundis. Tað var uppskriftin, sum Ísland og Danmark brúktu í 1918, og sama leist viðmælir ST nú á døgum.

Tíðargrein:

 

Viðhvørt endurtekur søgan seg í paralellum sporum, hóast mong viðurskifti eru broytt.

 

Støðan hjá donsku stjórnini í mun til føroyskan sjálvsavgerðarrætt er radikalt broytt, síðan Trump hótti við at taka Grønland, um danir ikki lótu valdið frá sær.

 

Flestu lond - og serliga fyrrverandi hjálandaveldir og stórveldir - brúka vanliga allar snildir og hermegi til at verja sítt territoriala vald.

 

Bæði USA, Sovjet og Danmark og onnur lond hava generelt tosað pent um sjálvsavgerðarrætt hjá fólkum og tjóðum, men ikki tá tey sjálv skulu lata land ella territorium frá sær.

 

Íslendingar stríddust eitt tógvið stríð fyri at vinna sær sømdir og seinni sjálvstøðu, men tað loysnaði ikki, fyrr enn Amerika fór upp í fyrra heimsbardaga í 1917.

 

Wilson talar fyri sjálvsavgerðarrætti

 

Wilson forseti orðaði klárt og greitt, at USA ynskti at fáa ein enda á krígnum og tryggja varandi frið í heiminum. Amboðið til at skapa varandi frið var sjálvsavgerðarrættur - at fólkið í Europa sjálvt slapp at gera av, hvar landamørkini skuldu ganga, og hvussu landið skuldi skipast.

 

Danir høvdu síðan 1864 júst talað fyri sama leisti, at fólkið í Slesvík skuldi fáa høvi til at siga sína hugsan um, hvørt tey skuldu fara aftur undir donsku krúnuna. Týskarar efitrlíkaðu hesum upprunaliga, men gingu seinni frá avtaluni.

 

Í Danmark gjørdist hetta ein kardinalspurningur, sum framvegis var uppi í 1917.

 

Nú búnaðist hugsanin um at fáa í lag eina fólkaatkvøðu, tá heimskríggið var av.

 

Ikki fyrr enn á sumri vóru útlitini greið fyri týskum tapi, og tá kom ferð á fyrireikingar til heimsfriðin. Uttanveltaða landið Danmark fór undir at fyrireika sítt ynski og tala fyri tí í Washington, London og París.

 

Offraðu Ísland fyri Norðurrslesvík

 

Í Reykjavík sóu tey eisini, hvønn veg tað bar, og vóru sjálvandi eisini inspirerað av norsku loysingini frá Svøríki í 1905 og finsku loysingini frá Ruslandi í 1917.

 

Men danir høvdu higartil hildu bummfast uppá, at yvirvaldarætturin var danskur, og tí kom íslendskur suverenitetur ikki upp á tal.

 

Tann støðan broyttist, tá danir viðurkendu, at teir kundu ikki tala fyri sjálvsavgerðarrætti til fólkið í Slesvík, men ímóti sjálvsavgerðarrætti hjá íslendingum.

 

Ein delegatión fór í skundi til Íslands í juni í 1918, og tríggjar vikur seinni sigldu teir heim aftur við verjuskipinum "Islands Falk". Tá var semjan um sambandssáttmálan við Ísland í pottinum.

 

Danmark viðurkendi Ísland sum suverenan stat, og londini skipaðu eina sokallaða personalunión við felags kongshúsi, hægstarætti, sjóverju og samskipaðum uttanríkispolitikki.

 

Brúktu sjálvsavgerðarrættin sum kúbein

 

Heimkomin segði vinstramaðurin J. C. Christensen á tíðindafundi: “...et smukt eksempel på ... respekt for Nationaliteten, saaledes som vi selv ønsker at blive behandlet ...” og “Gid de store folk maatte lære at respektere Nationernes ret saadan som vi ...”

 

Og stóru londini virdu rættindini hjá slesvíkarum, tí tey sluppu á fólkaatkvøðu í februar 1920, tá norðurslesvíkarar atkvøddu seg heim aftur undir donsku krúnuna sum Sønderjylland.

 

Teir konservativu vóru ikki glaðir fyri at missa Ísland, og lógarkøni Knud Berlin ákærdi samráðingarpartarnar fyri brot á grundlógina.

 

Professarin Arup, sum førdi samráðingarnar í Íslandi fyri teir radikalu, svaraði aftur:

 

“Vi rejste ikke til Island for at lave noget, der passede ind i Statsrettens Paragraffer, det er Statsretten, der maa lære af Livet. Vi tror vort forslag er en lille levende Plante, medens Statsretten kun er et Herbarium af tørrede Urter.”

 

Sjálvsavgerðarrætturin var kúbeinið hjá dønum at vinna aftur Norðurslesvík, men tað kostaði Ísland. Tann prísin valdu danir at gjalda, tí Sønderjylland hevði nógv størri týdning fyri danskarar. Og so mátti grundlóg vera grundlóg.

 

Virdu ikki fólkaatkvøðuna í Føroyum

 

Danmark skrivaði í 1945 undir at virða sjálvsavgerðarrættin sambært ST-sáttmálanum, men slapp væl frá at bróta sáttmálan longu í 1946, tá stjórnin noktaði at viðurkenna úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. september.

 

Seinni lumpaði danska stjórnin eisini grønlendingar, so teir óvitandi avhendu sín viðurkenda sjálvsavgerðarrætt, tá Grønland bleiv danskt amt.

 

Í áravís hava skiftandi stjórnir víst aftur øllum ynskjum um at staðfesta føroyskan sjálvsavgerðarrætt, hóast hann er orðaður í grønlendsku sjálvstýrislógini, tó so ógreitt, at hann kann tulkast.

 

Nú er støðan ein onnur. Trump vil hava Danmark at geva Grønland frá sær - til USA. Ivaleyst inspireraður av handlinum, tá Danmark seldi Vestindisku oyggjarnar í 1917.

 

Danmark kann ikki verja seg hernaðarliga, men við altjóða lóg og stuðli frá heimsins londum kunnu Grønland og Danmark í felag verja seg móti grømmum amerikanarum.

 

Men tað riggar ikki at byggja upp stuðul til smágrammar danir móti stórgrømmum amerikanarum. Øll hava hinvegin samhuga við upprunafólkinum í Grønlandi ímóti einum hóttandi risaveldi.

 

Verja seg við frælsum samstarvi í 2025

 

Tí passar tað Mette og Lars Løkke væl at melda út, at Danmark hevur viðurkent grønlendskan sjálvsavgerðarrætt, so avgerðin um framtíðina hjá Grønlandi liggur í Nuuk og hjá grønlendska fólkinum.

 

Velja grønlendingar at skipa seg sum sjálvstøðugt land í frælsum samstarvi við Danmark, kann USA ikki kroysta Danmark so fast, tí hetta er eitt grønlendskt val. Og umvegis samstarvið við Grønland kann Danmark varðveita eina tyngd í altjóða politikki.

 

Men tað er við Føroyum í 2025 sum við Íslandi í 1918. Manøvran riggar bara, um Danmark vísir eitt konsekvent skifti í virðingini fyri sjálvsavgerðarrættinum í øllum ríkinum.

 

So nú ræður um hjá politisku skipanini og føroyska fólkinum at lofta løtuni og flyta seg, meðan hurðin er opin.

 

Tað ber væl til at staðfesta sjálvstøðuga landið Føroyar og skipa eitt gott og gevandi samstarv við Danmark samstundis.

 

Tað er uppskriftin, sum ST legði upp til í 1945, og tað var leisturin, sum Ísland og Danmark brúktu í 1918.

 

Magni Arge,

 

BA í stjórnmálafrøði, MA í lóg, fyrrv. tingmaður og fólkatingsmaður