Selja atgongumerki til Føroyar – Holland um ein mánað

Enn eru atgongumerkini til dystin millum Føroyar og Holland 12. mars ikki sett til sølu

Fyrsti landsdystur í nýggju høllini við Tjarnir verður mikudagin 12. mars, tá føroyska manslandsliðið tekur í móti Hollandi.

Men enn eru atgongumerkini ikki sett til sølu.

– Holland hevur freist til 12. februar at boða frá, um tey ynskja at brúka tey 10 prosentini av atgongumerkjunum, sum tey hava rætt til.

– So vit seta atgongumerkini til sølu ein mánað fyri dystin, tað vil siga 13. ella 14. februar, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum.

EM-undankappingardystirnar móti Hollandi verða á heimavølli við Tjarnir mikudagin 12. mars og á útivølli í Almere í Hollandi sunnudagin 16. mars.