Dømd í tveimum rættarskipanum fyri at drepa mýs

- Í dag varð hon fríkend fyri djórapínslu í Hægstarætti, vita norskir miðlar at siga.

Norskir miðlar hava gjørt burtur úr einum máli, har ein kvinna í tveimum norskum rættarskipanum hevur verið dømd fyri at drepa mýs.

 

- Hetta er eitt prinsippmál. Eg vil ikki hava sitandi á mær, at eg eri djórapínari. Talan er um skaðadjór, so hetta hevði ikki kenst væl.

 

Soleiðs segði norska kvinnan, Linda Strand, við Dagbladet fyri skjótt tveimum vikum síðan.

 

Tá var greitt, at Hægstirættur skuldi taka avgerð í málinum, og í dag er greitt, at Hægstirættur hevur fríkent kvinnuna fyri djórapínslu.

 

Tað var á einum smábrúki hjá kvinnuni í Surnadal í Nordmøre, at hon hevði eina spann við frostvætu, sum mýsnar duttu niður í og doyðu.

 

Upprunaliga var tað løgreglan, sum gav henni eitt sektaruppskot á 6000 norskar krónur, sum hon sýtti fyri at gjalda.

 

Seinni varð hon dømd í tveimum rættarskipanum í málinum, men í dag hevur Hægstirættur so fríkent kvinnuna fyri djórapínslu.

 

Hægstirættur sigur seg hava tikið atlit til ta støðu, sum kvinnan var í, og rætturin vísti eisini á, at slikar fellur, sum hon hevði brúkt, hava verið nógv brúktar fyri at fáa bilbukt við stórum músatrupulleikum.

 

- Hægstirættur helt ikki, at kvinnan kann sektast, sjálvt um hon ikki fyrst brúkti alternativar hættir við eitt nú músaeituri, veit Dagbladet at siga í dag.