Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, legði í dag fram appina »Smittestop«, sum fólk sjálvboðin kunnu nýta til at geva boð til app-brúkarar, sum tú hevur verið í sambandi við, um tú sjálvur er kannaður positivur við koronuvirusi.
Appin kann geva fólki boð, sum tú ikki kennir. Síðani kunnu tey verða kannað.
Fleiri ES-lond hava longu borið fram ymsar sporingsappir. Sambært Heunicke hava tey í Danmark fyrst viljað tryggjað sær, at appin verjir privatlívið hjá fólkini á rættan hátt.
/ritzau/