B36 og Víking fingu eitt dreymalutakast

Conference League: Bæði B36 og Víkingur fingu mótstøðu úr Lettlandi

Hóast føroyska manslandsliðið just hevur tapt móti Lettlandi, so er talan um eitt dreymalutakast fyri B36 og Víking til 1. undanumfar í Europa Conference League, tí bæði fingu mótstøðulið úr Lettlandi.

 

B36 skal spæla móti FK Auda og byrjar á útivølli, meðan Víkingur byrjar á heimavølli móti FK Liepaja (LVA). Dystirnir verða 11. og 18. juli.