Hanus Kjølbro, sum hevur verið í farloyvi sum sjómansskúlalærari, er nú eftir 25 ára starvsdag sín farin frá. Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku eftir próvhandanina á Sjónámi hósdagin 20. juni.
Hetta skrivar Facebook-síðan hjá Sjónámi.
- Fyrrverandi sjómansskúlalærarin, Óli Olsen, bar fram eina hugfarsliga og skemtiliga fráfaringarrøðu fyri Hanusi, har hann eitt nú mintist á hendan evnaríka mannin sum frá ungum byrjaði læraragerningin á táverandi Klaksvíkar Sjómansskúla.
Sagt verður á Facebook-vanganum, at Óli hevði fleiri góðar og skemtiligar anekdotur í síni røðu, sum vóru við til at gera løtuna minniliga fyri Hanus og familju hansara umframt gomlu starvsfeløgum Hanusar.
- Vegna Sjónám handaði Óli Olsen Hanusi Kjølbro eitt listarverk evnað við oljukriti eftir Olivuri við Neyst í fráfaringargávu. Vit ynskja Hanusi blíðan byr víðari á starvsleiðini á Veðurstovu Føroya verður lagt aftrat.