StÍF hevðir árliga aðalfundin hóskvøldið og Egi Gothard Danielsen er enn formaður. Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsinum á Strondum. Fitt av fólki møttu møttu upp, áleið 25 í tali, skrivar StÍF.
StÍF skrivar:
Undanfarna ár hevur nevndin verið mannað av sjey nevndarlimum og einum tiltakslimi. Altso átta tilsamans, har seks teirra vóru nýggj í nevndini (Simona, Sára, Suni, Ólavur, Ann og Alexandur). Sostatt eiga hesi seks eitt ár til góðar.
Hinir báðir limirnir, Egi og Rúni, stóðu fyri vali. Eftir fýra ár í nevndini, valdi Rúni at takka fyri seg. Trý tey fyrstu árini bar Rúni formannssessin, sum hann í fjørð valdi at leggja frá sær. Hetta seinasta árið hevur hann verið skrivari, umframt aðar nevndar uppgávur. Stíf takkar Rúna so hjartaliga fyri hansara íkast og stóra arbeiðið, hann hevur lagt í felagið hesi árini. Egi tók yvir formanssessin í fjørð, og eftir eitt væl eydnað ár sum formaður, valdi hann at varðveita leiklutin í nevndini.
Tá 'val av starvsnevnd' kom á skránna, varð Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen beinanvegin nevnd í uppskoti, og valdi hon at siga ja til hetta. Jóna hevur fleiri sera góðar dygdir, sum nevndin gleðist stórliga um at hava fingið afturat sær. Til fundin varð eisini kunnað um, at Stíf fyri fyrstuferð hevur valt at seta ein samskipara, sum Simona hevur tikið á seg.
Eftir ársins aðalfund, kann nevndin enn teljast upp í átta og hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Suni Ernstsson, kassameistari
Sára Mrdalo, skrivari
Ólavur í Geil, nevndarlimur og varaskrivari
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur og samskipari
Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur
Nýggja nevndin sær fram til eitt spennandi ár við tí fyri eyga at framhaldandi menna felagið saman við nógvum góðum stuðlum og eldsálum.