Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn, sum er ætlað mobilum fólkum, sum eru 60+, hevur nógv ymiskt á skránni gjøgnum eina viku - alt árið.
Hvønn týsmorgun klokkan 10 er felagssangur, og tá møta vanliga eini 80-100 fólk upp at syngja saman í einari 30-40 minuttir.
Eftir felagssangin er kaffi og køkur á skránni. Soleiðis var eisini í morgun, tá In.fo var ein túr inni á gólvinum við myndatólinum.
Ein skrá er løgd fyri alla vikuna, og her er nógv meira á skránni enn nakar, sum ikki er kendur í hesum fantastiska umhvørvi, dugir at ímynda sær.
Her er fimleikur, kortspæl, maskinbinding, veving, bindiklubbur, horn-og beinarbeiði, og skipað verður fyri gongutúrum - bara fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.
Sambært skránni fyri hesa vikuna, hittast menn í kjallaranum tíðliga seinnapart hósdag, har møguleiki er at gera okkurt handverk - ella bara práta.
Í Tilhaldinum er eisini møguleiki at spæla hockey, og hetta tiltak er í Finsen fríggjadag fyrrapart.
Sama tíma fríggjadag, sum er tímin millum klokkan 11 og 12, er eisini møguleiki at luttaka í orkestursamanspæli - saman við messing-og træblásarum 60+
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##