EHF hækkar dómaraaldursmarkið til 55 ár

Gamla aldursmarkið var 50 ár

Systrarnar, Charlotte og Julie Bonaventura úr Fraklandi sleppa at døma altjóða dystir til tær eru 55 ára gamlar. Tær eru 43 ára gamlar nú.

Vit kunnu vænta tilkomnari dómarar til altjóða dystirnar hjá føroysku landsliðnum í hondbólti framyvir.

 

Á fundi hjá aðalnevndini í evropeiska hondbóltssambandinum, EHF fyri stuttum var samtykt, at aldursmarkið fyri dómarar til evropeiskar dystir hjá felagsliðum og hjá landsliðum skal hækka úr 50 árum upp í 55 ár.

 

Altjóða hondbóltssambandið samtykti somu broyting í apríl í ár. Í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni er einki aldursmark fyri dómararnar. Tó skulu teir klára kropsligu testirnar, ið krevjast fyri at døma dystir í bundesliguni. So har er tað kropsstøðan og ikki aldurin, ið ger av um tilkomnir dómarar sleppa at halda fram at døma í heimsins bestu hondbóltsligu.

 

 

 

 

 

Systrarnar, Charlotte og Julie Bonaventura úr Fraklandi sleppa at døma altjóða dystir til tær eru 55 ára gamlar. Tær eru 43 ára gamlar nú.