Eiga at vera takksom fyri tryggleikan

- Á jólum verður farið eitt ella tvey gear niður í ferð, og meira tíð verður saman við børnunum og familjuni, sigur Magnus Mørk Hjelm

 

Hvar heldur tú jól?  

- Vit plaga at skiftast um at halda jól hjá mínari familju og verfamiljuni annaðhvørt ár – ella, sum tað passar best. Jóladag og 2. jóladag er ymiskt, hvar vit eru, men oftast samlast familjan til ein góðan døgurða hjá onkrum av teimum, vit ikki vóru saman við jólaaftan. 

Tað sigur Magnus Mørk Hjelm.

Hvat eta tit á jólum?  

- Eg haldi meg bara minnast at hava etið dunnu jólaaftan. Onkuntíð hevur ein gás eisini verið á borðinum, men eg haldi meg til dunnu, og tað er bara jólaaftan, at vit eta dunnu.

Keypir tú jólagávur?   

- Eg má viðganga, at daman hjá mær keypir flestu gávurnar. Tað er hon, sum hevur stóra yvirblikkið og veit, hvør skal hava gávur, og hvørjar gávurnar helst skulu verða. Eg haldi tó, at eg eri raskur at pakka tær inn, sigur Magnus brosandi.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?   

- Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Eitt sindur av rokan og fyrireiking er upp til 23. desember, men sjálvir jóladagarnir og dagarnir fram til nýggjárs eru øðrvísi enn restin av árinum. 

Hann ásannar, at um jólini verður farið eitt ella tvey gear niður í ferð, og tað verður meira tíð saman við børnunum og familjuni. 

- Hetta er ein tíð, sum eg gleði meg til á hvørjum ári. Í ár liggja jólini eisini soleiðis, at her verða fleiri frídagar.

Hevur tú nakað jólaynski? 

- Eg veit ikki, um eg havi nakað ynski sum so, men tað er altíð okkurt, tú kundi hugsað tær øðrvísi. Eg eri takksamur fyri heilsuna, og at eg havi eina fantastiska familju. Við øllum tí, sum hendir runt umkring í heiminum, eiga vit at vera takksom fyri tann tryggleika og teir møguleikar, vit hava her í Føroyum, heldur Magnus Mørk Hjelm.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár 

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum