Kári Purkhús 70 ár

Tað kundi verið soleiðis, sum tað hevur verið hjá so mongum, tá ið Kári á flatlondum fann sær danska konu. Hann var í starvi niðri, men tíbetur so hálsaðu tey um og fluttu til Føroyar og Klaksvíkar

Í dag, sjálvan jólaaftan, eru tað 70 ár síðani, at Malena og Julius Purkhús fingu ein son aftrat.

 

Tey áttu frammanundan Honnu og Hans Paula, og eftir Kára komu Sigrun, Jón og Jóhan.

 

Pápin var úr Kunoy, og mamman var av Syðradali og vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík. Barnaheimið hjá Kára var á Gørðum í Klaksvík, og Hanna, Kári, Jón og Jóhan búgva í Klaksvík, Sigrun í Keypmannahavn og Hans Pauli býr í Kunoy.

 

Kári vaks upp í útróðrarmannaheimi, og hann var nógv á Stongunum og egndi, og ungdómsárini róði hann nógv út og var eisini undir Íslandi á snelluveiðu.

 

Eftir realskúlan fór Kári í Hoydalar, har hann í leyk prógv í 1975. Hann gekk á matematisku deild og var millum tey fyrstu, sum tóku lívfrøðiligu linjuna.

 

Lívfrøði og náttúran og havið, og tað, sum har livir, hevur altíð átt stóran áhuga hjá Kára, og tá ið tað lá væl fyri í skúlanum, so var tað ikki so óvæntað, tá ið hann fór til Keypmannahavnar at lesa lívfrøði. Hóast hann ongantíð spældi við KÍ, so var Kári góður ítróttarmaður, og tí lá tað raðið fyri, tá ið hann umframt lívfrøði las ítrótt á lærda háskúlanum.

 

Tað kundi verið soleiðis, sum tað hevur verið hjá so mongum, tá ið Kári á flatlondum fann sær danska konu. Hann var í starvi niðri, men tíbetur so hálsaðu tey um og fluttu til Føroyar og Klaksvíkar. Tað var neyðugt hjá Sámali í Skorini rektara í nýggja studentaskúlanum við Gøtugjógv at fylgja væl við teimum, sum lósu og vóru skikkað til lærarastørvini, tí tað á bygd fyri næstan fjøruti árum síðani var langt millum akademikararnar. Hann heitti á Kára um at søkja starv, og so fluttu Kári og konan heim til Føroyar, har tey og børnini av álvara hava gjørt mun.

 

Kári er giftur Tinu Irgens-Møller, sum er ættað úr Farum. Hon er lærari, og tey búgva í Klaksvík, har tey hava verið stuðlar í Ægir, Mjølnir og KÍ. Kári undirvísti í mong ár í lívfrøði og ítrótti, umframt at hann var lestrarvegleiðari í HF skeiðnum í Klaksvík, og hann hevur nýtt sínar góðu fakligu førleikar í lokalumhvørvinum, umframt at hann í nógv ár var limur í nevndini, sum ger skrivligu próvtøkuuppgávurnar í lívfrøði, og eisini limur í vísindasiðsemisnevndini.

 

Kári var í lærarastarvinum, inntil hann fyri hálvum øðrum ári síðani takkaði fyri seg. Skoðsmálið, sum næmingar og starvsfelagar geva honum, er, at hann var sera góðsligur, tolin, friðarligur og avhildin lærari, sum dugdi væl kynstrið at undirvísa.

 

Tina og Kári eiga trý børn, sum øll búgva í Eysturoy. Rasmus er tannlækni og býr í Runavík, Sofía er sálarfrøðingur og býr í Saltangará, og Elisabeth býr í Fuglafirði og er lærari í lívfrøði og ítrótti í miðnámsskúlanum á Kambsdali.

 

Hóast hann hevur takkað fyri seg sum lærari, so er Kári framvegis virkin, og honum dámar ógvuliga væl at hava abbabørnini kring seg.

 

Hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum Kári. Tær og tínum verður ynskt gleðilig jól og takk fyri gott samstarv í so mong ár.                Jóannes