Myndir: Ferðafólkaflogfar við 72 fólkum datt niður í Kasakstan

Heilsumyndugleikarnir boða frá fleiri komu frá flogvanlukkuni á lívi. Sambært flogfelagnum vóru 72 umborð.

Ein dronumynd vísir aðra helvtia av einum flogfari, sum datt niður nærhendis Aktau í Kasakstan mikudagin. - Mynd: Azamat Sarsenbayev

Eitt ferðafólkaflogfar datt niður nærhendis býnum Aktau í Kasakstan í morgun.

Hetta upplýstu myndugleikarnir í Kasakstan í mogun okkara tíð, skrivar Reuters.

Flogfarið eigur Azerbaijan Airlines og var á veg úr aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku, til Grozny í Tjetjenia.

Sambært flogfelagnum vóru 72 fólk umborð. Manningin telur fimm fólk.

Myndugleikarnir í Kasakstan siga, sambært Reuters, at 25 fólk, sum yvirliva, eru eyðmerkt í løtuni. Talið er vaksið skjótt síðani fyrstu fráboðanirnar um flogvanlukkuna.

Eingi tøl eru komin út um, hvussu nógv eru staðfest deyð.

Statsliga russiska tíðindastovan Tass skrivar, at 22 fólk eru flutt á sjúkrahús.

##med2##

Sambært leiðaranum í Tjetjenia, Ramsan Kadyrov, eru fleiri av teimum sera álvarsliga særd, skrivar Reuters.

Flogvanlukkan hendi, eftir at flogfarið varð umleitt orsakað av mjørka í Grozny, upplýsir flogvøllurin í býnum, sambært Tass.

- Tað var eitt rutuflogfar, sum skuldi koma til Grozny. Men orsakað av mjørka varð tað í staðin leitt til Makhachkala og síðani sær tað út til, at tað varð sent til Aktau, upplýsir tíðindatænastan á flogvøllinum.

Makhachkala er umleið 150 kilometrar vestan fyri Grozny. Umleið 200 kilometrar longur vesturi liggur Aktau. Millum báðar býirnar liggur Kaspiska havið á markinum millum Evropa og Asia.

Azerbaijan Airlines sigur, sambært tíðindastovuni AFP, at flogfarið gjørdi eina neyðlending umleið tríggjar kilometrar frá Aktau.

Flogfarið var eitt Embraer 190, skrivar AFP víðari.

Tað er ikki greitt, júst hvat hendi. Men sambært flogfelagnum kann flogfarið hava flogið inn í ein fuglaflokk. Hetta skrivar Tass.

Myndir frá staðnum vísa aftaru helvt av flogfarinum, sum er brotnað frá fremra partinum. Har eru bjargingarfólk, fleiri sjúkrabilar og tyrlur á staðnum.

##med3##

Ein videoupptøka vísir, at eldur kemur flogfarið, tá tað rakar jørðina, skrivar Reuters. Úr einum parti av flogfarinum, sum er heilur, síggjast ferðafólk fara úr flogfarinum. Sjónbandið er ikki váttað.

Tilbúgvingarráðið í Kasakstan sigur, sambært Reuters, at eldur á staðnum er sløktur.

Sambært Tass vóru 52 sløkkiliðsfólk og umleið 100 onnur neyðhjálparfólk send út.

 

/Ritzau/

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

 

 

Ein dronumynd vísir aðra helvtia av einum flogfari, sum datt niður nærhendis Aktau í Kasakstan mikudagin. - Mynd: Azamat Sarsenbayev