Nógvar kenslur upp á spæl á jólum

- Jólini eru ein hugnalig og hjartanemandi tíð, har nógvar kenslur eru upp á spæl, sigur Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

 

Hvar heldur tú jól í ár?

- Í ár fari eg at halda jólaaftan og 2. jóladag heima hjá mínum verforeldrum, Uppi við Garð á Viðareiði. Tó so havi eg valt at fara til arbeiðis á Sambýlinum í Bøgøtu um dagin. Tað er altíð líka hugnaligt og gevandi at vera til arbeiðis slíkar dagar. 

Soleiðis sigur Jóhanna Syderbø Grúkaskarð. 

Hon vísir á, at verforeldrini altíð bjóða allari familjuni til nátturða 2. jóladag, og í ár verða tey helst umleið 31 fólk. 

- Hetta er altíð líka hugnaligt og stuttligt, og her verður eisini dansað um jólatræið. Eg kann fortelja, at tá sungið verður um træið “Nu er det jul igen” - ja, tá er tað vilt. Tit kunnu ætla, at tá 31 fólk renna um jólatræið inni í einari lítlari stovu er rættiligt lív í. Tey, sum nú eru yvir 70 ár, eru villast. Ja lívið er gott, heldur hon brosandi fyri.

Jóhanna vísir á, at jóladag fara tey at eta nátturða saman við hennara familju. Her verða eini 19 fólk, og hetta plagar eisini at vera sera hugnaligt. 

Hvat eta tit um jólini? 

- Jólaaftan eta vit dunnu við øllum tí vanliga afturvið, drekka sodavatn og gott vín. Vit hava jólagreyt við mandlu, kaffi og annað gott, og soleiðis verður tað øll jólini. Jóladag fara vit at hava kalt borð, og 2. jóladag verður tað ræst kjøt við góðari ræstari sós, sjálvandi. 

Keypir tú jólagávur? 

- Ja, eg keypi nógvar jólagávur. Í ár er talið 42. Tey flestu eiga alt í dag, og hetta ger, at tað kann vera torført at keypa gávur. Tær 42 eru í flestu førum gávur, ið eg líka sum føli meg noydda at keypa - um eg kann loyva mær at siga so. 

Og Jóhanna leggur aftrat: 

- So er tað allar hinar gávurnar, sum eg ynski at geva meira spontant, og tað er ymiskt, hvussu nógvar tær eru, men helst verða gávurnar í minsta lagi 54 tilsamans.   

 

Hvønn týdning hava jól fyri teg? 

- Jólini hava sera stóran týdning fyri meg, og eitt nú komi eg saman við nógvum fólki upp á ein øðrvísi máta. 

Hon vísir á, at jóladagarnir saman við familjuni eru øðrvísi enn aðrir dagar, og eitt nú hava hon, maðurin og børnini altíð jólafrokost saman.

- Jólini eru ein hugnalig og hjartanemandi tíð, har nógvar kenslur eru upp á spæl. Eg fái steðgað á eitt bil – hugsi um árið, sum fer, hvat eg havi gjørt og kanska, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi. Hvussu geri eg næsta árið enn betur? Men, eg royni eisini at minna meg á, at tá eg geri tað besta, eg kann í tí støðu, eg eri í – ja, so er tað okey.

Jóhanna sigur, at hon um jólahøgtíðina eisini vitjar nógv úti í kirkjugarðinum, serliga grøvina hjá ommuni og abbanum (syd), tí hetta gevur henni ein frið, har hon eisini fær høvi at hugsa í tí stilla.

- Eg tosi við tey farnu, eg biði, og eg syngi altíð við grøvina – uttan at hava ein tóna skaptan. Ja, friðurin har úti ger okkurt við meg.

Hon heldur, at tað um jólini er vakurt at síggja allar teir lýsandi krossarnar og allar tær vøkru gravirnar í kirkjugarðinum. 

- Eina slíka løtu fari eg at hugsa enn meira um hesi menniskju, sum eru farin og um alt tað, tey hava givið okkum. Eisini minna slíkar løtur meg á, at alt fær ein enda. Eg hugsi eisini um, at eg skal gerast betur til at takka fyri kristindómin og hugsa um, hví vit halda jól. 

Jóhanna heldur, at jólini gera okkurt serligt við okkum menniskju.

- Fólk eru góð og glað, og í fleiri førum kemur tað innara barnið fram. Sjálv hongdi eg hosu upp alla tíðina, meðan eg búði heima, hóast foreldrini hildu, at tað bara hoyrir børnunum til. Men, eg veit ikki – jólamaðurin gloymdi ongantíð meg, sigur hon brosandi. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Tíverri gerast fleiri strongd um jólini, og okkurt árið hevur eisini verið heldur rokaligt fyri meg. Hetta hevur oftast verið, tá eg skal ov nógv og eg føli, at tíðin røkkur ikki til – ella, at eg ikki veit, hvat eg skal keypa í allar gávurnar, eg ynski at geva.

Hon heldur, at tað hevði verið stuttligt at roynt at hildið eini jól, har hon bara keypti jólagávu til makan og so góðar gávur til síni børn og kanska til onkran, sum jólini verða hildin saman við. 

- Men, eg haldi, at gávur eru av tí góða, eins og tað er gott at vera saman við familju, vinum og kenningum. Hetta er eisini ein tíð við nógvum tiltøkum, sum mær dámar væl, og nógv av hesum er so fantastiska flott. Eini gleðilig jól, øll somul, eru seinastu orðini hjá Jóhonnu Syderbø Grúkaskarð.