Ein nýggjur tilburður av koronu varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tilburðurin varð staðfestur á flogvøllinum, har øll, sum koma til Føroyar, verða kannað. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við at finna tey, viðkomandi hevur havt samband við.
Tilsamans hava 414 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 409 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna og tilsamans eru nú104.389 kanningar gjørdar í Føroyum.