Nú gekk tað ikki longur. Eftir at Føroyar nú hava verið koronafríar í meiri enn tveir mánaðir, ella síðani 22. apríl, er nú greitt, at ein korona tilburður afturat er staðfestur í Føroyum Tað upplýsir Landslæknin nú tey seinastu kanningarúrslitini eru tøk
Tilburðurin varð staðfestur í eini roynd, sum varð tikin á flogvøllinum í gjar, og viðkomandi persónur er nú avbyrgdur, sigur Landslæknin.