Ein tilburður varð staðfestur á flogvøllinum mikudagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 100.300 kanningar. Allar kanningar frá týsdegnum og mikudegnum eru nú liðugt greinaðar.
Ein tilburður varð í gjár staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 412 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 379 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 33 persónar smittaðir í løtuni. 29 av hesum eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið á landi í Føroyum.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.