Ein nýggjur flokkur á vinstraveinginum spøkir enn

Fakfelagsfólk eru so misnøgd við samgonguflokkarnar, at tankin um at stovna ein nýggjan sosialistiskan flokk livir enn

Tað var 13. mars í ár, at Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, segði við in.fo, at tað ikki undrar hann, um ein nýggjur sosialistiksur flokkur stillar upp til næsta løgtingsval.

 

– Ein flokkur, sum kann umboða okkum á vinstraveinginum og eina solidariska skipan, har slíkt sum hetta ikki kann sleppa ígjøgnum, segði Heri Reynheim og sipaði til lógaruppskotið um 70 ára pensjónsaldur, sum tá fór til 1. viðgerð í Løgtinginum.

 

Spurdur um hetta aftur í dag, nú Løgtingið í gjár við 2. viðgerð samtykti lógaruppskotið um 70 ára pensjónsaldur, sum verður til 3. viðgerð í morgin, har tað uttan iva eisini verður endaliga samtykt, sigur Heri Reynheim, at tann støðan er ikki broytt.

 

Lesið eisini: Væntar ein nýggjan arbeiðaraflokk til næsta val

 

Havnar Arbeiðarafelag hevur sagt sína meining og víst sína ónøgd við hetta uppskotið hjá landsstýrinum, men tað verður als ikki lurtað eftir fakfeløgunum. Tað verður tosað fyri deyvum oyrum, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at uppskotið um tíðartreytaðu pensjónina, sum í síðstu løtu kom sum plástur á sárið, er ein falliterklering, sum hann málber seg.

 

Uppskotið byggir á, at fólk skulu hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár. Tað verður samanborið við donsku lógina, sum verður nevnd »Arnepensjonen«, men hon er fyri fólk, sum hava verið í 42 ár á arbeiðsmarknaðinum, sum nú verður broytt til 44 ár. So tað kann als ikki samanberast, sigur Heri Reynheim og vísir á, fólk ganga nógv longri í skúla, at skipanin verður einki verd, tá hon einaferð kemur í gildi.

 

– Men uppskotini verða samtykt í morgin við triðju viðgerð, hvat gera fakfeløgini við tað?

 

Heri Reynheim sigur, at tey hava sagt og siga framvegis sína hugsan. Men eingin av politikarunum lurtar eftir teimum, og teirra sjónarmið verða als ikki vird. Tí eru tey so misnøgd við samgonguflokkarnar, sum als ikki hava viljað lurtað eftir broytingaruppskotum frá fakfeløgunum.

 

– Landið verður stýrt sum eitt firma. Man skiftir bara leiðsluna út viðhvørt, men politikkurin verður ikki broyttur, og man skiftir ikki kós alt eftir, hvørjir flokkar sita við valdið, sigur hann.

 

– Hetta »firmaið« hevur eisini ein vánaligan starvsfólkapolitikk. Hevði tað so verið tað, at tað var ein góður vinstrapolitikkur og ein vánaligur fíggjarpolitikkur, so var tað tað. Men her er bæði vánaligur vinstrapolitikkur og vánaligur fíggjarpolitikkur, sigur hann.

 

– Verður ein nýggjur sosialistiskur flokkur stovnaður, so vil eg fegin vera við til at blása til tann eldin. Men so skal tað vera ein sosialistiskur flokkur, sum ikki bara er fyri arbeiðarar, men sum er fyri øll á vinstraveinginum, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.