Ein ordans kavamaður

Svensku vinmenninir vænta, at nú kavamaðurin er so stórur, og tað er kalt í Sámalandi, fer kavamaðurin helst at standa til einaferð miðskeiðis næsta summar

Kavamaðurin á myndini, sum svensku vinmenninir, Isak Nilsson, William Lundin og Leo Juliusson, hava bygt í Arvidsjaur, er heilar 5,5 metrar høgur.

 

Teir tríggir brúktu fýra dagar um at byggja kavamannin.

 

Arvidsjaur er høvuðsbýur í Arvidsjaurs kommunu í Lapland ella Sámalandi har norðuri í Svøríki, og býurin er á stødd við Klaksvíkar kommunu.

 

Alt byrjaði í 2021.

 

Tá bygdu teir tríggir ein kavamann, sum var tríggjar metrar høgur, men fyri hvørt ár síðan, hava teir bygt ein kavamann, sum er vorðin størri og størri á hvørjum ári.

 

- Eg sá eitt Youtube-video og fekk tá íblástur til at byggja ein kavamann, og hetta er nú vorðið siðvenja hjá okkum, sigur William Lundin.

 

Í 2023 bygdu teir ein kavamann, sum var 4,3 metrar høgur, men ár settu teir sítt egna met - og kanska eisini svenskt met í at byggja kavamann.

 

- Vit byrjaðu at byggja kavamannin 1. jóladag, og hetta tók okkum fýra dagar, sigur William Lundin við Verdens Gang.

 

Tað var svenska Aftonbladet, sum fyrst skrivaði um stóra kavamannin í Sámalandi.

 

- Vit hava samlað kava ymsastaðni, og fyri at koma upp í hæddina, hava vit brúkt traktor og stiga, sigur William Lundin, sum leggur aftrat, at hetta var ein nokso trupul uppgáva.

 

Svensku vinmenninir vænta, at nú kavamaðurin er so stórur, og tað er kalt í Sámalandi, fer kavamaðurin helst at standa til einaferð miðskeiðis næsta summar.