Þórir Hergeirsson sum hevur skrivað so nógva søgu við norska hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum hevur fingið enn ein heiður.
Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir gav Þóri Hergeirssyni fremsta heiður landsins, Falkaordanin nýggjársdag, og leygarkvøldið var enn ein heiður til Þórir Hergeirsson.
Þórir Hergeirsson var kosin at vera ársins ítróttarvenjari í Íslandi, og tá er talan um ein heiður sum fatar um allan ítrótt. Þórir Hergeirsson fekk eisini hendan stóra heiðurin í 2021 og í 2022.
Ársins ítróttarfólk í Íslandi gjørdist liðskiparin hjá týska stórliðnum í fótbólti, Bayern München, Glódís Perla Viggósdóttir. Glódís Perla Viggósdóttir fekk snøgt sagt allar atkvøðurnar, 480 í tali fyri góða avrikini við týska stórliðnum.