KÍ hevur keypt nýggjan spælara í Norra

KÍ boðar frá, at felagið hevur keypt nýggjan vinstrabakk í Norra

Robert B.C. Williams, sum kemur frá Egersund IK í Obos-liguni, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við KÍ.

 

Tað boðar KÍ frá á heimasíðu síni í kvøld. Seinastu árini hevur Patrick Da Silva røkt plássið í vinstru, og tá ið hann eftir summarsteðgin í fjør misti plássið, var tað fyri tað mesta Claes Philip Kronberg, sum var vongverji í vinstru. Patrick Da Silva er ikki longur í Klaksvík.

 

Um nýggja leikarin sigur Magnus Powell venjari,

 

- Vit fegnast um at Robert verður partur av besta mansliðnum. Hóast bert skjótt 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir á høgum støði. Vit fáa ein kvikan álopsinnaðan vongbak, sum eisini er frálíkur í verjustøðu ein-ímóti-einum. Vit venjarar vóna og vænta, at hann kann mennast enn meir í okkara fótbóltsumhvørvi.

 

Til ki.fo sigur Robert Williams,

 

-Mítt val fall á KÍ, sum eg veit er eitt gott og spennandi felag. Eg havi hoyrt, at KÍ er ein søguliga væl virkandi felagskapur við frálíkum umstøðum at at menna fótbóltsevnini til enn hægri stig. Avbjóðing bæði at luttaka í landskappingini og á altjóða støði síggi eg við spenningi fram til.

 

Nýggi vinstri bakkurin kemur eftir ætlan mikudagin og verður við í venjingunum seinni í vikuna.

 

Vit ynskja Robert hjartaliga vælkomnan í kongabláu troyggjuna, skrivar KÍ.