Jana skoraði og legði upp til 10 mál í føroyingauppgerð

Viborg vann á liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens

Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Í Forum í Horsens tóku Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Viborg vann greiðan 32-26 sigur. Í fyrra hálvleiki lá serliga væl fyri hjá Viborg, ið var á odda 16-9 í steðginum.

 

Jana stóð seg sera væl í kvøld. Jana skoraði fýra mál og legði upp til seks mál. Jana vann eisini liðnum trý brotskøst. Hon var næstmest effektivi leikarin hjá Viborg, sambært hagtølunum.

 

Maria skoraði eitt mál, legði upp til fýra mál og vann eisini liðnum eitt brotskast. So báðir føroyingarnir stóðu seg væl í kvøld.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Horsens er næstaftast við bert fýra stigum. Bæði liðini hava leikt 11 dystir.