Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 431 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni. Í alt eru 114.435 kanningar gjørdar.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.