Viðkomandi býr í Føroyum, og er eisini smittaður í Føroyum.
Í gjár vórðu 525 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 213.601 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 648 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 626 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.