27. juni verða landamørkini latin enn meira upp til stóran part av londunum í Europa. Tá fer at bera til at ferðast til og úr Føroyum til væl fleiri lond enn tey fimm londini, sum nú ber til at ferðast til.
Eisini verða nýggj átøk sett í verk, soleiðis at mann frá 27. juni fer at kanna øll tey, sum koma inn í landið, fyri COVID-19 - eisini føroyingar, men tó ikki børn undir 12 ár.
Bárður á Steig, løgmaður, greiddi í tíðindunum á FM1 seinnapartin í gjár frá nýggju átøkunum.
– Vit meta, at vit við hesum byggja ein tryggan verjugarð runt um Føroyar, soleiðis at vit tryggja so vítt møguligt, at smittan ikki spjaðir seg í stórum í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Tað er tó eingin vissa fyri, at Føroyar framhaldandi fara at vera koronafríar.
– Hóast vit testa øll, kann mann ikki við vissu siga, at smittan ikki kemur inn aftur í landið, sigur løgmaður og greiðir víðari frá, hvussu farið verður fram, um smittan kemur inn í landið.
– So ræður tað um at niðurberja smittuna og avbyrgja tey, sum eru smittað og tey, sum tey hava verið í samband við, soleiðis at vit aftur klára at halda at smittustøðinum niðri, segði løgmaður við FM1 í gjár.
Hoyr alla samrøðuna, sum FM1 gjørdi við løgmann í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini.