Eingin nýggj smitta er staðfest innanlands fýra dagar upp í slag. Tað vísa nýggjastu úrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 88.779 kanningar.
Millum tær kanningarnar, sum vórðu gjørdar kring landið í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur.
Ein nýggjur tilburður er tó lagdur afturat samlaða talinum av staðfestum tilburðum í Føroyum. Í gjár varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu. Sambært Landslæknanum er talan um ein persón, sum áður hevur havt smittuna, men sum er staðfestur frískur.
Sostatt hava nú 411 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 344 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 67 persónar smittaðir.
Fýra persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og tveir teirra liggja á intensivu deild.