Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 710 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 155.237 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 495 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 490 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna