Nývalda býráðið á Tvøroyri hevur á almennum býráðsfundi 28. desember valt umboðini í nevndirnar, og er sostatt endaliga skipa valskeiði 2025-2028.
Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir vóru vald til ávikavist borgarstjóra og varaborgarstjóra á býráðsfundi hin 16. november, og á býráðsfundinum í gjár 28. desember blivu nevndirnar mannaðar.
Fyrsta mál á skrá til fundin 28. des. var skipan av valbólkum, og Kristin Michelsen boðaði frá, at List T (Felagslistin) og Listi C (Javnarflokkurin) vóru gingin saman í valbólk.
Sostatt verður Tvøroyrar býráð umboða av tveimum valbólkum valskeiði 2025-2028.
Valbólkur 1 er umboðaður av 6 býráðslimum:
- Kristin Michelsen, listi T (Felagslistin)
- Anita Vibergsdóttir, listi T (Felagslistin)
- Barbara Michalina Tausen, listi T (Felagslistin)
- Alvi Mortensen, listi T (Felagslistin)
- Bjarni Hammer, listi C Javnaðarflokkurin
- Eyð Eidesgaard, listi C Javnaðarflokkurin
Valbólkur 2 er umboðaður av 1 býráðslimi:
- Arnfinn Bech, umboðandi Lista F.
Nevndirnar blivu mannaðar soleiðis (varalimir í klombrum):
Fíggjarnevndin
- Kristin Michelsen, (Anita Vibergsdóttir)
- Alvi Mortensen, (Barbara M. Tausen)
- Bjarni Hammer, (Eyð Eidesgaard)
Sosiala nevnd
- Anita Vibergsdóttir, (Arnfinn Bech)
- Alvi Mortensen, (Barbara M. Tausen)
- Eyð Eidesgaard, (Bjarni Hammer)
Tekniskanevnd
- Alvi Mortensen , (Barbara M. Tausen)
- Anita Vibergsdótti, (Arnfinn Bech)
- Eyð Eidesgaard, (Bjarni Hammer)
Mentanarnevndin
- Barbara M. Tausen, (Alvi Mortensen)
- Anita Vibergsdóttir, (Arnfinn Bech)
- Bjarni Hammer, (Eyð Eidesgaard)
Vinnu- & havnanevndin
- Anita Vibergsdóttir, (Eyð Eidesgaard)
- Barbara M. Tausen, (Alvi Mortensen)
- Bjarni Hammer, (Arnfinn Bech)
Trivnar- & umhvørvisnevndin
- Barbara M. Tausen, (Anita Vibergsdóttir)
- Alvi Mortensen, (Bjarni hammer)
- Eyð Eidesgaard, (Arnfinn Bech)
Nevndirnar skipa seg sjálvar (tó er borgarstjórin formaður í fíggjarnevndini sambært kommunustýrislógini).
Umboðini hjá Tvøroyrar kommunu í stýrinum fyri BHS, Bú- & Heimatænastuna verða:
- Kristin Michelsen, (Anita Vibergsdóttir)
- Eyð Eidesgaard, (Bjarni Hammer)
Býráðið samtykti eisini at seta ein fylgi- og fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika kommununa uppá komandi Suðuroyartunnilin. Samtykt bleiv at hesin bólkur verður mannaður av:
- Kristin Michelsen, (Alvi Mortensen)
- Bjarni Hammer, (Eyð Eidesgaard)
Seinasta mál á skrá var áseting av fundardøgum fyri 2025. Fyrsti fundur hjá nývalda býráðnum verður tórsdagin 30. januar kl 17.00.
Allar samtyktirnar frá skipandi býráðsfundinum kunnu lesast her.