- Eg hyggi inn í eitt spennandi ár

Árni Frederiksberg sigur, at tað besta við 2024 var, at hann og familjan umsíðir fóru teirra fyrsta feriutúr suðureftir, og hesin hevði nú bíðað í nøkur ár

Hvar og hvussu helt tú nýggjár?

 

- Vanligt hevur verið hjá okkum at hildið nýggjár á Glyvrum saman við familjuni, men í ár var tað tó í Klaksvík hjá verfamiljuni.

 

Tað sigur Árni Frederiksberg.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?

 

- Langt um leingi fóru vit sum familja okkara fyrsta feriutúr suðureftir, og hesin hevði nú bíðað í nøkur ár.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Lige ved og næsten í Evropa saman við Kí-liðnum.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025? 

 

- Viðvikjandi familju, vinnulívi og ítróttalívi havi eg góðar vónir og hyggi inn i eitt spennandi ár.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg plagi ikki at hava nýggjárslyftir, sigur hann.

 

Árni Frederiksberg ynskir øllum føroyingum eitt gott og av Harranum signað nýggjár, samstundis sum hann takkar fyri tað nú farna.

 

Lesið eisini - 

 

Tað var ringt at missa mína høgtelskaðu ommuhttps://www.in.fo/news-detail/tad-var-ringt-at-missa-mina-hoegtelskadu-ommu