Vit nýta ofta høvið at tosa um tað farna, og fegnast um tað, ið liggur fyri framman.
Eitt nýtt ár merkir eisini eina nýggja byrjan, og tað ger tað eisini fyri meg. Í dag taki eg við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eg gleði meg at fara til verka saman við nýggja býráðnum.
Nógv spennandi liggur fyri framman, og raðfestingar skulu gerast. Saman finna vit tær bestu loysnirnar fyri okkara kommunu.
Við hesi heilsan vil eg fegin ynskja tykkum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjar.
Bestu ynskir
Elsa Berg,
borgarstjóri