Horvin drongur klárði seg fimm dagar í lund við leyvum í Simbabvi

Ein sjey ára gamal drongur fann sjálvur mat og drekka teir fimm dagarnar, hann var horvin í Simbabvi.

Ein sjey ára gamal drongur er funnin á lívi í Simbabvi eftir at hava verið vilstur í fimm dagar í eini tjóðarlund, sum millum annað er ein friðað øki fyri leyvur.

Hetta upplýsir djóralívsmyndugleikin, ZimParks

Drongurin hvarv inn í Matusadona-tjóðarlundina, sum liggur nærhendis bygdini hjá honum, 27. desember og varð funnin fimm dagar seinni.

Hann var tá næstan 50 kilometrar frá bygdini, hann hvarv úr.

Millum annað eydnaðist honum at yvirliva við at finna vatn, sum hann gróv út úr turkaðum áarbakka - ein kendur teknikkur í turrvanda økjunum í Simbabvi. Hann fann eisini frukt á leiðini.

Tað sigur Tinashe Farawo, talskvinna hjá ZimParks.

- Tað mest merkisverda er, at vit meta, at hann gekk 49 kilometrar frá bygdini hjá sær - gjøgnum trupult lendi við nógvum leyvum - til staðin, har hann endaði við at verða funnin, sigur talsmaðurin.

Parkvørðar, løgregla og fólk á staðnum fóru at leita, so skjótt sum tað gjørdist greitt, at drongurin var horvin. Tann 30. desember funnu teir fótaspor frá dronginum, og dagin eftir varð hann funnin.

Drongurin varð innlagdur á sjúkrahús, men hevði ongan týðiligan skaða fingið.

- Tað er eitt undur, at hann yvirlivdi, sigur tjóðartingslimurin Mutsa Murombedzi, sum sjálv er ættaður úr økinum.

- Hann var nóg klókur til at sova á nøkrum høgum steinum, soleiðis at leyvur og onnur djór ikki kundu koma til hansara, sigur Mutsa Murombedzi.

Hon greiðir eisini frá, at spælt varð á trummur nærhendis bygdini, í vón um, at drongurin skuldi kunna hoyra ljóðið. Men tað var ikki fyrr enn garðvørðarnir fóru djúpari inn í tjóðargarðin, at drongurin varð funnin.

Matusadona tjóðarlundin liggur í útnyrðingspartinum av Simbabvi. Í garðinum eru millum annað leyvur, leopardar, fílar og villneyt.

Simbabvi liggur í Suðurafrika, og har búgva umleið 16,5 milliónir íbúgvar.

 

Ritzau/AFP