Eitt kappingarár við soltnari spælitíð til Hanus í NK Celje er lokið

NK Celje vann slovensku steypakappingina og endaði fjórðfremst í liguni

Slovenska liðið Hanus Sørensen hevur havt sáttmála við spældi seinasta dystin í hesum kappingarárinum í dag. Á heimavølli spældi NK Celje javnleik 1-1 móti Dumzale. 

Celje endaði fjórðfremst í liguni, men teir vunnu steypafinaluna og sleppa tí at spæla í Conference League í summar.

Hanus var slettis ikki í hópinum tveir teir seinastu dystirnar í liguni, og hann var heldur ikki við í hópinum í steypafinaluni, sum Celje vann 4-0 á Koper.

Tíðliga í vár fekk Hanus fitt av spælitíð í Celje, men seinastu mánaðarnir hevur tíverri verið sera soltið við spælitíð. Og tað er sera keðiligt fyri bæði Hanus og føroyska fótbóltslandsliðið.

Í júst lidna kappingarárinum fekk Hanus spælitíð í 12 dystum.