Óvist hvussu verður koronu-kanningum restina av árinum

Játtanin til kanningar er uppi, so beint nú er óvist, hvussu tað verður við kanningum restina av árinum

Nú er tað eitt sindur óvist, hvussu tað verður við koronukanningum restina av árinum. Herfyri bað landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, Løgtingið um góðar 18 milliónir so at sjúkrahúsverkið kundi halda fram við kanningunum restina av árinum. Men hann fekk bara 12 milliónir og sostatt eru tveir møguleikar og teir eru, at antin skal talið á kanningum skerjast munandi, ella verður neyðugt við eini eykajáttan.

 

Løgtingið sigur, at endamálið er nettupp at avmarka kanningarnar á sjúkrahúsunum, men aftur fyri skulu vit gera meiri burtur úr at brúka snarkanningar. Og í hesum døgum verða tær síðstu krónurnar av játtanini til koronu-kanningar á heilsuverkinum, brúktar, men enn er tað ikki greitt, hvussu mannagongdin so verður her efir.

 

Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann hevur biðið fíggjarmálaráðið um eina eykajáttan til kanningar, men hon er so ikki avgreidd. Samstundis er nyggi omikron varianturin farin at gera um seg, og í tí sambandi verða so nógv kannað sum næstan ongantíð áður. Landslæknin hevur eisini víst á, at serliga í hesum døgum er tað heilt avgerðandi, at tær neyðugu kanningarnar verða gjørdar, tí annars kunnu vit akkurát tað sama kasta handklæðið í ringin.

 

Steinar Eirikstoft, stjóri í sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað er eitt sindur ilt at siga akkurát, hvussu tað verður restina av árinum. Men hann sigur, at tað sær út til, at tað verður eitt óheppið yvirlapp, tí tað er eftir bókini at brúka penga, sum ikki eru játtaðir.

 

Hinvegin eru tey í sjúkrahúsverkinum í regluligum sambandi við Heilsumálaráðið og tað er greitt, at tað liggur ikki í kortunum, at vit skulu gevast við kanningunum, og vit skulu heldur ikki skerja tær meiri enn gott er.

 

Hinvegin er endamálið, at vit skulu fara meiri yvir til snarkanningar. Í hesum sambandi er eitt tilmæli gjørt til fólk fyri, nær tey skulu fara á sjúkrahús til kanningar og nær tey skulu brúka snarkanningar. Tað fegnast stjórin í sjúkrahúsverkinum um. Men hann sigur, at  tað tilmælið er so nýtt, at hann væntar ikki, at fólk hava vant seg við tað enn - men hann væntar avgjørt, at sum frálíður, fara fólk at gera eftir tilmælinum, tí yvirhøvur vilja fólk bera seg rætt at.

 

Sostatt eru tað bara tey, sum føla okkurt á sær og tey, sum hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan, sum skulu fara á sjúkrahús at verða kannað.

 

– Endamálið er, at vit skulu hava orku til at kanna øll tey, sum landslæknin heldur skulu kannast og tey skulu altíð sleppa framat, sigur Steinar Eirikstoft.  Men hvussu nógv tey verða, er ilt at siga, men hann ivast ikki í, at brúk verður fyri eini eykajáttan. Ella mugu vit leggja fullkomiliga um og avmarkað talið á kanningum munandi, leggur hann afturat.

 

Tað merkir eisini at øll, sum bara lata seg kanna av fyribyrgjandi orsøkum tí arbeiðsplássið krevur tað, ella tí tey skulu til eitt stórt tiltak, skulu brúka snarkanningar til endamálið.

 

– Kanningarnar á sjúkrahúsinum eru ógvuliga dýrar og tað snýr seg um at brúka játtanina rætt, sigur stjórin á sjúkrahúsverkinum. Og landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur eisini gjørt greitt, at sjúkrahúsini skulu ikki kanna frísk fólk fyri koronu. Hann hevur eisini sagt, at tey, sum eiga at verða kannað fyri koronu, skulu kannast fyri koronu.

 

Snarkanningar skulu fólk sjálvi rinda fyri og tað kann verða ein vansi. Hinvegin er tað heilt munandi lættari við eini snarkanning, tí tá sleppa fólk frá at biðja um tíð, tey sleppa frá at koyra á eitt sjúkrahús, tey sleppa frá at standa í bíðirøð - og so fáa tey eisini úrslitið av kanningini beinanvegin.

 

Tað eru nógvir fyrimunur við snarkanningunum og tí ivast Steinar Eirikstoft heldur ikki í, at fólk fara at taka leiðbeiningina til sín og at fara meiri yvir til at brúka snartestir.

 

Niðan fyri er leiðbeiningin fyri, nær fólk eiga at fara á sjúkrahús  at fáa eina pcr - kanning, og nær tey eiga at brúka snarkanningar, ella skundkanning, sum tey kalla tað her.

 

##med2##