Elding Elrisin á Hoyvíksvegnum hevur verið stongdur í seks vikur, hetta er tvær vikur færri enn rokna var við, og tí má sigast at arbeiðið hevur gingið væl.
- Alt er málað, vit hava tikið betongveggir niður og skift gólv, sigur Herman Winther, virkisstjóri.
Í dag, og restina av vikuni, hevur nýggi handilin hópin av góðum tilboðum. Kundarnir hava verið spentir, og fleiri hava spurt seg fyri.
- Vit hava ongantíð havt so bíligar prísir fyrr, og tilboðini eru í øllum vørubólkum, sama um tú manglar sjónvarp, vaskimaskinu, telefon ella annað, so eru góð tilboð at finna.
Allar vørur kunnu roynast
Hjá Elding leggja tey stóran dent á at kundarnir fáa høvi at royna vørurnar áðrenn teir keypa. Eitt nú er ein nýggjur krókur gjørdur til tey sum spæla telduspøl. Har kunnu spøl, og øll útgerð roynast.
Tey sum leita eftir sjónvarpi, síggja prís og aðrar upplýsingar á sjónvarpsskíggjanum. Á sama 77 tumma skermi ber til at royna ljóð, og eitt nú síggja hvussu ein 55 tumma skíggi er, samanborin við ein 77 tumma skíggja.
- Vit halda tað vera týdningarmikið at kundar fáa høvi at royna vøruna áðrenn teir keypa hana, og tað kunnu teir uppá allar mátar í nýggja handlinum, sigur Herman Winther.
Nýggi handilin er størri enn tann undanfarni. Fyri at tryggja at kundar, sum hava tørv á leiðbeining, verða avgreiddir í rættari raðfylgju, eru tryggar støðir settar upp, har kundar kunnu taka eitt nummar, tí tað hevur týdning at veita góða kundaavgreiðslu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##