Skúlin og dagstovnurin á Argjahamri

Elstibólkar á dagstovnunum á Argjum í vanda

Skúlin og dagstovnurin á Argjahamri

Í Føroyum hevur tað leingi verið siðvenja at lata børn ganga á dagstovni, til tey eru 7 ára gomul, sama ár, sum tey fara í 1. flokk. Hetta er ein ítøkilig og pedagogisk tilgongd, sum hevur stóran týdning fyri børnini og menning teirra, og er í samsvari við tað, sum mestsum øll serfrøði mælir til. Tilgongdin ger, at børnini sleppa at vaksa og mennast í einum tryggum og kveikjandi umhvørvi, har spælið er í fokus, ein námsfrøðiligur leistur, ið stuðlar kognitivu, sosialu og persónligu førleikar teirra.

 

M.a. eru granskarar í læring, spæli og trivnaði hjá barnafamiljum, David Whitebread og Pam Jarvis, komnir fram til, at spæl upp á barnsins egnu fortreytir eru avgerandi fyri menningina og evnini at hugsavna seg – eisini seinni í lívinum. Børn, sum í so nógv ár, sum gjørligt, áðrenn tey fara í skúla og í skúlaumhvørvi, hava ein gerandisdag, har sjálvt endamálið er at sleppa at fordjúpa seg í spæli leingi, eru væl betur fyri til formliga skúlagongd, tá ið tað kemur hartil. Fimm ymisk sløg av spæli: rørsluspæl, spæl við lutum, súmbolskt spæl, hugflog og rolluspæl, og spæl við reglum, stimbra samlaðu menningina hjá børnum, og spæl ger tey sum heild meira kná og betur før fyri at handfara nýggjar avbjóðingar og umhvørvi.

 

Umfatandi altjóða gransking ger samstundis vart við, at meira tíðaruppbýtt, stýrt spæl við læringsendamáli, als ikki gagnar børnunum, og virkar beint øvugt á læringina seinni, hetta hevur m.a. barnagranskarin Dion Sommer víst á. Spæl má ikki vera ein undanførsla fyri at læra, men er ein máti, sum børn uppliva uppá og læra umvegis. Samanumtikið gagnar tað tí sum heild bæði børnum og skúla at lata børn vera í einum spælandi umhvørvi so leingi, sum gjørligt. So tann møguleikan mugu vit ikki missa.

Í 25 ár hevur elstibólkur verið fastur partur av Dagstovninum á Argjum og í 20 ár á Dagstovninum á Hamrinum, har tey elstu børnini í 14 ár hava havt sína egnu stovu burturav. Hetta er ein virðismikil liður í menningargongdini hjá børnum á Argjum - og tey hava stórtrivist. Tað er eisini nakað heilt serligt hjá dagstovnunum at hava hesi stóru, fittu 6 ára børnini gangandi runt – við einum áræði, sum sigur: “Eg dugi, eg tori, og eg hoyri til.” Tað er ein gáva at sleppa at fylgja teimum hetta síðsta árið, áðrenn tey fara víðari í skúla. Tað er ein tíð, har sambondini gerast djúpari. Tað er tá, vit ikki bara síggja eitt barn – men ein persón við tankum, kenslum og dreymum. Tað eru tær smáu løturnar: ein hond, sum verður hildin, eitt eygnabrá, sum sigur “eg síggi teg”, eitt flenn mitt í einum spæli, sum skapa tryggleika og vøkstur. Og hesi bond, tey hava týdning. Tey eru grundarlagið undir sjálvsáliti, menning og tí tryggleika, sum børnini bera við sær víðari í lívinum. Hetta eru sambond, sum fara beint í hjørtuni á okkum vaksnu, sum eru um tey, og sum kenna tey so væl.

Men nú sær tað út til, at hesi barnavinarligu tilboð eru um at fara fyri skeytið. Ikki tí at tørvurin á teimum er minkaður, nei. Men tí at skúlin á Argjahamri ikki hevur pláss fyri øllum børnunum í økinum.

Sum støðan er nú, hava foreldur ikki longur eitt veruligt val. Tey noyðast at velja forskúla, tí annars sleppa børnini ikki í 1. flokk á teirra nærmasta skúla. Hetta setir bæði børn og foreldur í eina sera óhepna støðu, har pedagogisk og menningarlig atlit ikki sleppa at ráða, men verða trokað til viks av praktiskum orsøkum.

 

Tað er av alstórum týdningi, at børnini framhaldandi sleppa at ganga í barnagarði, til tey fylla 7, og at tey kunnu byrja í skúla á teirra ynskta og nærmasta skúla. Hetta eigur at vera eitt val, sum tekur støði í tørvinum hjá barninum, ikki í fysiska plássinum á skúlanum. Barna- og Útbúgvingingarmálaráðið má taka ábyrgd, og tryggja, at familjur fáa møguleika at meta um, hvat er best fyri barnið.

 

 

 

Elin Tausen og Sóley Samuelsen, námsfrøðingar

 

Skúlin og dagstovnurin á Argjahamri