Sunda kommuna og Føroya Møblasøla hava undirskrivað sáttmála um nýggjan graslíkisvøll við Margáir.
Verandi vøllur er frá 2015; hann er væl brúktur og illa slitin. Seinasta vitjanin hjá FSF staðfesti, at vøllurin ikki longur kann brúkast til dystir á heilum vølli.
- Vit bóðu um tilboð upp á nýggjan vøll frá tveimum veitarum. Á eykabýráðsfundi hin 10. apríl varð samtykt við 2. viðgerð at taka av tilboðnum frá Føroya Møblasølu.
Í Sunda kommunu siga tey, at nýggi vøllurin hevur korkfyllu, eins og vit kenna tað frá vøllunum í eitt nú Klaksvík, Sørvági og Gøtu.
Við at velja korkfyllu hevur Sunda kommuna eisini hugsað um tað umhvørvisliga.
- Undirlagið undir graslíkinum verður eisini skift. Føroya Møblasøla syrgir fyri veitingini, áleggingini og øðrum, sum hartil hoyrir.
Lagt verður aftrat, at Sunda kommuna og EB/Streymur skulu fyriskipa at taka gamla vøllin av og burturbeina hann.
Avtalað er eisini, at álegging av nýggja vøllinum byrjar umleið 30. juni.
- Arbeiðið tekur væntandi umleið tvær vikur. Fyrst í juni byrjar arbeiðið at taka gamla vøllin av og gera aðrar neyðugar fyrireikingar.
Í kommununi gleða tey seg til, at felagið aftur fær hýst dystum á heilum vølli við Margáir.
- Vit vóna og vænta at verða við til at hýsa dystum til oyggjaleikirnar 2027 á nýggja vøllinum, siga tey í Sunda kommunu í dag.