Fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 verður flaggdaghald í Fámjin, har fyrsta føroyska flaggið hongur í kirkjuni.
Theodor Eli Dam Olsen, prestur heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.
Aftaná haldið eru øll vælkomin í Vesturhøll til drekka og kringlu, sunkist er eisini til børnini.
Gongufólk og rennarar fáa vatn og frukt, verður boðað frá á bólkinum Fámjin á facebook.