Sävehof reyk úr meistarastríðnum - Óli hevur takkað fyri seg í Sävehof

Ystad vann fjórðu hálvfinaluna aftaná longda leiktíð

Mynd: gp.se

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir í Sävehof eru úti av meistaraskapsstríðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í fjórðu hálvfinaluni móti Ystad á heimavølli í Partille tapti Sävehof aftaná longda leiktíð 33-34. Aftaná vanliga leiktíð var støðan javnleikur 29-29. Ystad var frammanfyri 29-27 við 50 sekundum eftir á klokkuni, men Sävehof vann seg upp á javnleik. Í longdu leiktíðini átti meistaraskapsfavoritturin og grundspælsvinnarin, Ystad tann lítla munin, og vunnu skáningarnir hálvfinaluuppgerðina 3-1.

 

Í sínum seinasta kappingardysti fyri Sävehof skoraði Óli fimm mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Ystad hevur vart hann sera væl í hesum báðum seinastu dystunum. Ísak hevði eina málroynd, men hon fór ikki í málið. 

 

Sambært stóra lokala miðlinum, Göteborgsposten hevði Óli tár í eygunum aftaná seinasta kappingardystin fyri Sävehof: - Tað er sera torført at siga farvæl við hetta felagið. Segði Óli aftaná dystin. Óli fer komandi kappingarár at spæla við danska stórfelagnum GOG.

 

Við Sävehof hevur Óli vunnið bronsu hetta kappingarárið, gull og meistaraheitið í fjør, og silvur í 2023. 

 

Óli verður ein av níggju leikarum, ið ikki vera at finna í Sävehof komandi kappingarár. 

 

Mynd: gp.se