Skapa ævintýrheim á filmi úr føroyskum sagnum

Fyrsti filmurin frá Vikingkids tekur útgangsstøði í søguni um Trøllkonufingur í Sandavági.

Vikingkids.com kallast eitt nýtt átak, sum marknaðarførir seg sum ta føroyska Disney, og sum hevur til endamáls at skapa spennandi filmar og søgur úr Føroyum til børn og familjur kring allan heim.

 

Tað er sandavágsmaðurin Heri í Ravnagjógv, sum er arkitekturin handan vikingkids.

 

- Vit byrjaðu at arbeiða við hesum í 2021, og nú er hetta, sum vit branda sum tað føroyska Disney, endiliga blivið til veruleika, greiðir Heri frá í tíðindaskrivi.

 

Filmarnir eru við íblástri úr føroyskum sagnum og huldufólki. Tað eru liveupptøkur, tvinnað við animatión. Filmarnir sum eru ætladir til børn og familjur um allan heim, eru á føroyskum og enskum.

 

- Filmarnir vera lívæðrin í vikingkids, men vit fara eisini at bjóða events, koncertir, vikingkids-merchandise og annað. Føroysk børn fáa eisini møguleika at vera við í filmunum, og brandinum, upp á ymiskar mátar.

 

Í fagrasta veðrið henda seinsummardagin 2022, fóru vit 1000 ár aftur í tíðina, og skaptu ein trøllabundnan ævintýrheim. Hetta var úti við Trøllkonufingur í Sandavági.

 

Herundir sæst trailarin til fyrsta filmin frá vikingkids, "The Witch`s Finger”

 

https://www.youtube.com/watch?v=cVLrdo9KwtY&ab_channel=Vikingkids-FaroeIslands

 

##med2##

 

Heri í Ravnagjógv