Tað gongur ótrúliga væl hjá liðnum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm í bestu svensku fótbóltsdeildini, allsvenskuni.
Í kvøld vann AIK 2-1 á útivølli á IFK Värnamo. Mads Thychosen legði AIK á odda 1-0 í 42. minutti aftaná eitt gott upplegg frá Dino Besirovic.
Tá 80 minuttir vóru leiktir fekk AIK eina pøs av vatni, tá heimaliðið javnaði aftaná eitt hornaspark, har bólturin via ein AIK-leikara fór í netið til 1-1.
Í 87 minutti legði Mads Thychosen hegnisliga bóltin inn fyri til norska miðvallaran, Johan Hove sum beindi bóltin í málið, og so vann Mikkjal enn ein dyst fyri AIK móti dystarenda.
AIK er einsamalt oddalið í deildini við 13 stigum fyri fimm dystir. Teimum á baki við 12 stigum er lokali arvafíggindin, Hammarby. Mjällby hevur 11 stig og Elfsborg hevur 10 stig.
Komandi sunnudag klokkan 15 verður toppdystur á Strawberry Arena leikvøllinum. Tá tekur AIK móti Elfsborg í dysti í sætta umfarinum í allsvenskuni.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum IFK Värnamo-AIK Stockholm 1-2 (0-1). Á upptøkuni sæst Mikkjal fegnast um bæði málini hjá AIK:
##med2##