Føðitíttleikin eitt vet hægri

Samlaði føðitíttleikin í Føroyum var í 2024 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Tað er eitt vet hægri enn árið fyri, tá hann var 1,86

Hagstovan skrivar, at stóra fallið, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt sostatt ikki fram í 2024. Hetta er annað árið á rað, at samlaði føðitíttleikin er undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

 

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øld verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann minkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum. Men í nýggjastu uppgerðini fyri 2024 sæst ein broyting í gongdini. Samlaði føðitíttleikin fyri 2024 var 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri, sum er eitt vet hægri enn árið fyri. Stóra fallið, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt sostatt ikki fram í 2024.

 

##med2##

 

Fleiri kvinnur, men færri børn fødd

 

Føðitíttleikin er eitt lutfall millum barnatal og tal av kvinnum í burðarførum aldri. Gongdin í føðitíttleikanum kann tí eisini lýsast við at hyggja at gongdini í bæði tali av kvinnum og føddum børnum.

 

Lítla hækkingin í samlaða føðitíttleikanum frá 2023 til 2024 sæst aftur, við at barnatalið var eitt vet størri, meðan talið av kvinnum var nærum óbroytt.

 

Talið av kvinnum í burðarførum aldri er vaksið við yvir 1.000 kvinnum frá 2013 til 2023. Hóast talið av kvinnum er vaksið, so hevur barnatalið verið meira støðugt. Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, minkaði tað tó niður í 632 í 2022 og 574 í 2023. Í fjør vóru 586 børn fødd — nøkur fleiri enn í 2023, men framvegis væl færri enn undanfarin ár. 

 

Aldurstreytaðu føðitíttleikarnir broyttir  

 

Samlaði føðitíttleikin er samansettur av aldurstreytaðu føðitíttleikunum, t.e. føðitíttleikunum í teimum einstøku aldursbólkunum.

 

Hóast tann samlaði føðitíttleikin hevur verið støðugur inntil fyri fáum árum síðani, so er ein langtíðarbroyting farin fram í teimum aldurstreytaðu føðitíttleikunum. Aldurstreytaðu føðitíttleikarnir hjá kvinnum yngri enn 30 ár eru nógv minkaðir samanborið við 1970- og 1980 árini. Síðan 1970 er hægsti føðitíttleikin fluttur frá kvinnum í aldursbólkinum 20-24 ár til í 2024 at vera millum kvinnur í aldursbólkinum 30-34 ár. Broytingin kemur serliga av, at føðitíttleikin hjá kvinnum í aldursbólkinum 20-24 ár er støðugt minkaður niður í ein fjórðing samanborið við 1970. 

 

Stabbamyndin niðanfyri vísir, hvussu aldurstreytaðu føðitíttleikarnir í 5 ára aldursbólkum eru broyttir síðan 1970.