Kendi framleiðarin Roy Thomas Baker farin

Danski bólkurin Gasolin og Baker í sjeytiárunum

Ein av kendastu tónleikaframleiðarunum er deyður.

 

Hann hevur síðani sjeytiárini verið millum fremstu framleiðarar, og hevur arbeitt saman við so at siga øllum teimum kendastu nøvnunum seinastu 40 ella 50 árini.’

 

Vanliga verður ljós varpað á, at hann arbeiddi nógv sman Queen, og framleiddi m.a. teirra helst kendasta lag Bohemian Rhapsody.

 

Á okkara leiðum hevur eisini nógv verið frammi um, at Roy Thomas Baker í sjeytiárunum framleiddi útgávur hjá danska bólkinum Gasolin. Tað var stórt, tí longu tá var Roy Thomas  Baker ein kendur harri.

 

Men listin við kendum nøvnum, ið hann hevur arbeitt sman við, er sera, sera langur. Sum dømi kunnu nevnast Rolling Stones, David Bowie, Santana, Frank Zappa, T. Rex, Foreigner, Alice Cooper, Ozzy Osbourne og fleiri.

 

Kendi framleiðarin var føddur í London 10. november  í 1946, og andaðist í USA 12. apríl  2025, 78 ára gamal.

 

##med2##

 

Danski bólkurin Gasolin og Baker í sjeytiárunum