HM undankappingin: Endaliga leikskráin nú vit kenna øll mótstøðuliðini

Kroatia gjørdist fimta liðið í okkara HM-undankappingarbólki

Mynd: Hans Erik Danielsen

Vit hava bíðað nakrar mánaðir síðani HM-lutakastið at kenna navnið á fimta og seinasta liðnum í okkara HM-undankappingarbólki.

 

Nú er tað greitt, at Kroatia saman við Føroyum, Kekkia, Montenegro og Gibraltar mannar HM-undankappingarbólk L.

 

Vit hava aldrin áður spælt A-landsdystir móti Kroatia og Montenegro, og hetta verður fyrstu ferð, at vit spæla undankappingardystir móti Gibraltar. 

 

Endaliga leikskráin hjá Føroyum: 

 

22. mars Kekkia – Føroyar 2-1 (1-0)

 

25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)

 

9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)

 

5. sept. Føroyar – Kroatia (kl. 19:45)

 

8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)

 

9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)

 

12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)

 

14. nov. Kroatia - Føroyar (kl. 19:45)

 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen