Fleiri í Noregi sóu serstaka ljósketu á himmalinum

- Hetta sá út sum fleiri stjørnur, sum fylgdust eftir hvørji aðrari, sigur Selma Hauge úr Hustadvika við NRK

Í gjárkvøldið vóru fleiri fráboðanir í Noregi um serstakt ljósfyribrigdi á himmalinum, og hetta sást sambært norska kringvarpinum fleiristaðni í Noregi.

 

Ein, sum sá hetta, Jannicke Kristine Dahl Øien, sigur við NRK, at fyribrigdið sást í Hemsedal, og hon lýsir fyribrigið soleiðis:

 

- Hetta fleyg skjótari eftir luftini enn eitt flogfar og lýsti allatíðina við somu styrki. Einki ljóð, púra bein linja og lægri enn stjørnurnar.

 

Ein annar, sum sá fyribrigið á norska vesturlandinum, sigur soleiðis:

 

- Hetta sá út sum fleiri stjørnur, sum fylgdust eftir hvørji aðrari. Hetta er fyrstu ferð, vit hava sæð slíkt, sigur Selma Hauge úr Hustadvika við NRK.

 

Norska kringvarpið leggur aftrat, at talan helst er um fylgisveinar, sum eru sendir upp við einari SpaceX-rakett fríggjadagin.

 

Uppskjótingin fór fram í Kalifornia hin 20. mars klokkan 23.49 lokala tíð, sum er tíðliga á morgni her um okkara leiðir.

 

Við Verdens Gang sigur Pål Brekke á norsku rúmdarmiðstøðini soleiðis:

 

- Vit hildu fyrst, at hetta vóru Starlink-fylgisveinar, men skiltu skjótt, at talan var um amerikanskar eftirlitsfylgisveinar.