Kvinna við barnavogni ákoyrd

Og fleiri koyrdu ov skjótt, ein koyrdi uttan førararætt, og ein misti koyrikortið á staðnum

Í gjár fekk løgreglan boð um, at ein fótgangari varð ákoyrdur í Porkeri. Talan var um eina kvinnu við barnavogni, sum gekk fram við vegnum, sum varð rakt av einum bili.

Bilurin hevði ikki nógva ferð, men kvinna fór um koll og skurslaði millum annað knø. Hon varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar, men hevði tíbetur ikki fingið størri skaða.

Ein sak verður skrivað um málið, sum verður kannað nærri.

Klokkan 17 í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Tað vísti seg, at førarin ikki hevði førararætt. Bilurin varð tí settur, førarin skuldsettur og lyklarnir tiknir við á politistøðina.

Tá løgreglan máldi ferð í Kaldbaksbotni í gjár vórðu tvey mál skrivað. Annar bilurin koyrdi 101 km um tíman, hin koyrdi 129 km um tíman. Tann førarin fekk koyriforboð, tí hann var so ungur og hevði fyri kortum fingið koyrikortið. Reglarnar eru strangari fyri tey, sum ikki hava havt koyrikort so leingi.