Endurvenjingin skal samskipast betri

- Eg fegnist um at hava fingið hetta álit. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa loyst avbjóðingarnar, sum eru, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum hevur í dag handað Margit Stórá, landsstýriskvinnu i heilsumálum, álit um betri samskipan innan endurvenjing.

 

Arbeiðsbólkurin hevur eyðmerkt og lýst, hvørjar avbjóðingar eru innan endurvenjing í Føroyum. Síðan eru tilmæli gjørd við uppskotum um, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast.

 

- Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu.

 

Tað siga tey í Heilsumálaráðnum í dag.

 

Eitt nú eru tilmælir um, at starvsfólk innan økið fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna, og endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar.

 

- Tryggjast skal eisini, at borgarar ikki detta niður ímillum skipanir, flutningstænasta skal skipast, og knappa starvsfólkatilfeingið skal gagnnýtast betri.

 

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, fegnast um álitið, sum arbeiðsbólkurin nú hevur latið úr hondum.

 

- Eg fegnist um at hava fingið hetta álitið. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa loyst avbjóðingarnar, sum eru innan økið.

 

Hon leggur aftrat, at tað er hennara vón, at vit í næstum kunnu fara undir eina skipaða tilgongd, har arbeitt verður við at íverkseta galdandi lóggávu innan endurvenjing.

 

- Hetta skal gerast í tøttum dialogi millum ymisku geirarnar, sigur landsstýriskvinnan.