Tað er láturligt, at Elon Musk hevur stovnað ein nýggjan politiskan flokk.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sunnudagin, sambært tíðindastovuni Reuters.
– Eg haldi, at tað er láturligt at stovna ein triðja flokk, sigur forsetin við tíðindafólk, meðan hann er á veg umborð á forsetaflogfarið, Air Force One.
– Ein triði flokkur fer bara at leggja afturat ørkymlanini. Hann hevur tað kanska stuttligt við tí, men eg haldi, at tað er láturligt.
Mánakvøldið legði Trump fleiri orð afturat floksætlanunum hjá Musk í einum uppslagi á síni sosialu miðlasíðu, Truth Social.
– Eg eri keddur av at síggja tað fara heilt av sporinum hjá Elon Musk, og hann er í grundini vorðin ein miseydnaður seinastu fimm vikurnar. Hann vil enntá byrja ein triðja politiskan flokk, hóast tað ongantíð hevur eydnast í USA, skrivar hann.
Milliarderurin Musk, fyrrverandi Trump-stuðul, skrivaði leygardagin á sosiala miðlinum X, at hann hevði stovnað Amerikaflokkin.
Hetta hendi, eftir at hann hevði hótt við at stovna ein nýggjan flokk, um Trump samtykti stóra lógarpakkan, sum Trump sjálvur hevur kallað "Big, Beautiful Bill".
Uppskotið varð samtykt í Umboðsmannatinginum hósdagin og varð undirskrivað til lóg av Trump fríggjadagin, sjálvstýrisdagin.
Lógin hevur við sær eina munandi broyting í orkupolitikkinum frá undanmanninum hjá Trump, Joe Biden. Sambært lógaruppskotinum skal stuðul til varandi orku so sum vind- og sólorku stigvísast burtur og avloysast við stuðul til fossilt brennievni.
Í uppslagi sínum mánakvøldið skrivar Trump, at Elon Musk altíð hevur vitað, at Trump var ímóti tí sokallaða "EV Mandate", sum er stuðul til elbilar.
– Eg havi stríðst fyri tí í tvey ár. Erliga sagt, tá Musk gav mær sín fulla stuðul, spurdi eg hann, um hann visti, at eg fór at sleppa elbilmandatinum.
– Hann segði seg ongan trupulleika hava við tí, sum eg undraðist á, skrivar Trump.
Musk er stjóri í millum annað fyritøkuni Tesla, sum framleiðir elbilar.
Stutt eftir at Trump varð settur í starv í januar, varð Elon Musk settur at standa á odda fyri stjórnarvirksemi (Doge).
Deildin er partur av Trump-stjórnini og hevur til uppgávu at fremja skerjingar í almennu samveldisskipanini.
Musk fór úr Doge seinast í mai. Boðað varð frá byrjan av, at hansara leiklutur á deildini fór at vera fyribils.
Síðani hann fór úr Doge, hevur Musk fleiri ferðir víst á atfinningar móti Trump og politikkinum hjá forsetanum, og teir báðir eru endaðir í fleiri kjakum á sosialu miðlunum.
/Ritzau/