Enn eru ongar avleiðingar av ólavsøkuni

Enn sæst ólavsøkan ikki aftur í tølunum fyri koronu

Nógv hava stúrt fyri, at ólavsøkan fór at fáa koronu-smittuna at breiða seg aftur. Enn er so stutt fráliðið, at nógv kann henda enn, men men higartil eru eingi tekin um tað.

 

Landslæknin upplýsir, at leygardagin vóru tveir smittutilburður staðfestir og í báðum førum var smittukeldan kend. Í gjár var eingin tilburður staðfestir hóast heili 1.282 fólk vórðu kannað. Í løtuni eru 28 smittað í Føroyum. Í løtuni eru 89 fólk í sóttarhaldi og tvey fólk eru løgd á sjúkrahús við koronu.