Enn hevur Jenis av Rana ikki havt nakra ávirkan

Fólk vilja framvegis verða koppsett fyri koronu

Enn ber ikki til at gera eina endaliga niðurstøðu, men fyribils ber til at staðfesta, at Jenis av Rana hevur ikki fingið fólk at aftra seg fyri at lata seg koppseta fyri koronu. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Tað vakti ans herfyri, tá í Jenis av Rana, landsstýrismaður og lækni, kunngjørdi, at hann fer ikki at lata seg koppseta fyri koronu, tí hann ivast í, hvussu trygt koppingarevni er.

 

Tað fekk Aksel V. Johannesen, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, at spyrja løgmann, hvat hann heldur um, at Jenis av Rana kemur við eini útsøgn, sum hesari.

 

Løgmaður sigur, at enn ber ikki til at gera nakra ávísa niðurstøðu, men fyribils er niðurstøðan, at tað ikki hevur havt stórvegis ávirkan. 

 

Hann sigur, at Sjúkrahúsverkið hevur fylgt við, hvussu nógv fólk hava bílagt sær tíð til at lata seg koppseta, síðani bíleggingarskipanin lat upp aftur herfyri – og har er eingin broyting at hóma, og ongar tíðir eru tøkar í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur eisini verið í samband við tey, ið koppseta, fyri at fregnast, um fleiri fólk avlýsa sína tíð ella als ikki møta upp. Men heldur ikki her er nøkur broyting, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.

 

Men annars heldur løgmaður, at tað er ein óskikkur, at Jenis av Rana sigur sína hugsan alment um viðurskifti, hann einki hevur við at gera, sum landsstýrismaður. Tað er heldur ikki klókt hjá einum landsstýrismanni at siga sína hugsan, tá ið tað gongur ímóti stevinum í Landsstýrinum, tí tað órógvar samstarvið í landsstýrinum og máar trúvirðið undan arbeiðnum hjá Landsstýrinum.